
Treytirnar fyri at ferðast til Føroya broytast, tá ið august mánaður er farin aftur um.
Í staðin fyri krav um koronakanning við markið, mæla heilsumyndugleikarnir til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroya og tveir dagar aftaná komu til Føroya. Heitt verður á fólk um at vera serliga varin, til tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin eftir komu.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fegnast um, at tað er møguligt at fremja hesar broytingarnar.
"Smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina. Vit hava havt meira ella minni vanligar umstøður í samfelagnum, og nú gerast viðurskiftini við markið eisini meira vanlig aftur. Tað hevur gingið væl í Føroyum. Fólk hava tikið ábyrgd, og nú vóni eg, at fólk eisini taka væl ímóti og virða nýggju tilmælini," sigur Bárður á Steig Nielsen.
Broytingarnar í stuttum
• Krav um kanning við markið fellur burtur
• Mælt verður til kanning tveir dagar áðrenn fráferð til Føroya
• Mælt verður til kanning tveir dagar eftir komu til Føroya
• Mælt verður til at vera serliga varin, til svar er tøkt frá kanningini annan dagin eftir komu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald