Magn fer at seta seks vindmyllur í Flatnahaga

Samlaða hæddin verður 119 metrar

(Mynd: us.fo)

(Mynd: us.fo)

2019-11-26 14:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

P/F Magn ætlar at seta seks vindmyllur upp í Flatnahaga. Tær fara at standa vestan fyri landsvegin, vestan og sunnan fyri Bøllureyn. Hetta boðar Umhvørvisstovan frá í dag

Viðvíkjandi støddini, so verður hæddin á vindmyllutornunum 78 metrar, veingjabreiðið 82 metrar og samlaða hæddin 119 metrar. Vindmyllurnar kunnu framleiða upp til 3 MW hvør, samanlagt 18 MW. Myllurnar kunnu framleiða, tá vindferðin er millum 2,5 m/s og 34 m/s. 

Umhvørvisstovan skrivar, at viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at gera viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina. Hoyringarfreistin er 18. desember 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder