Á hvørjum ári heiðrar Sunda kommuna persóni ella felagsskapi, sum hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gangs fyri borgararnar í kommununi. Hóskvøldið varð ársins herðaklapp avdúkað í sambandi við setan av mentanardøgunum, sum verða í kommununi. fram til 23. september.
Til setanina varð avdúkað, at Magnus á Stongum fekk heiðurin ”Ársins herðaklapp 2023”.
– Heiðurin fekk hann fyri sítt áhaldandi arbeiði at sameina EB og Streym til EB/Streym, og fyri at vera ein sera virkin og savnandi persónur innan ítróttarliga og tónleikarliga umhvørvið í mong ár, skrivar Sunda kommuna.
– Vit ynskja Magnusi á Stongum hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja honum alt tað besta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald