Innanlands

Magnus Müller er nú tekniskur leiðari í Vestmanna

Talan er um eitt starv, sum ikki hevur verið í átta ár. 34-ára gamli vestmenningurin er byggifrøðingur og kennir væl nøkur av teimum arbeiðum, sum kommunan er í holt við

- Vestmanna kommuna kennir væl til nakrar av teimum førleikum, sum Magnus hevur, tí hann hevur gjørt ymisk arbeiðir fyri kommununa, millum annað hevur hann teknað og projekterað útbyggingina av ítróttahøllini, sum er í gongd í løtuni (Mynd: vestmanna.fo)

- Vestmanna kommuna kennir væl til nakrar av teimum førleikum, sum Magnus hevur, tí hann hevur gjørt ymisk arbeiðir fyri kommununa, millum annað hevur hann teknað og projekterað útbyggingina av ítróttahøllini, sum er í gongd í løtuni (Mynd: vestmanna.fo)

2025-09-02 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tekniska økið er tað mest umfatandi økið hjá kommununi, og nú stórar verkætlanir liggja fyri framman hevur bygdaráðið valt at víðka og styrkja um toymið við at seta ein leiðara.

Soleiðis skrivar vestmanna.fo á heimasíðu sínari, nú kommunan fyri fyrstu ferð í  átta ár fer at hava ein tekniskan stjóra í starvi. 

Magnus Müller er 34 ára gamal. Hann er úr Vestmanna og útbúgvin byggifrøðingur. Magnus hevur seinastu árini arbeitt hjá J&K, og er hann í løtuni byggileiðari av stóru útbyggingini av Vága Floghavn.

- Vestmanna kommuna kennir væl til nakrar av teimum førleikum, sum Magnus hevur, tí hann hevur gjørt ymisk arbeiðir fyri kommununa, m.a. hevur hann teknað og projekterað útbyggingina av ítróttahøllini, sum er í gongd í løtuni.

[object Object]
Magnus Müller er eisini sum kendur hondbóltsspælari hjá VÍF.

Heimasíðan hjá Vestmanna kommunu vísir samstundis á, at Magnus kennir somuleiðis til nøkur av teimum arbeiðum, sum kommunan er í holt við og fer í holt við komandi tíðina.

Tað verður  nú undir hansara leiðslu, at hesar verkætlanir skulu fremjast og førast út í lívið

Magnus Müller byrjar í starvinum 1. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder