![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í summar varð lýst eftir leiðara til Miðlatún og Visit Suðuroy skrivstovuna í Vági, og nú er greitt, at Magnus Pauli West verður leiðari fyri hendan spennandi og týðandi tænastustovn í miðbýnum í Vági.
Magnus Pauli er 32 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í mentan, samskifti og globalisering og hevur eisini bachelor útbúgving í international business communication, og akademi útbúgving í altjóða handli og marknaðarføring. Harumframt hevur Magnus Pauli eisini tikið ískoytisútbúgving í talgildari marknaðarføring.
Magnus Pauli hevur arbeiðsroyndir frá almennu og privatu vinnuni, bæði her í Føroyum og uttanlands, og hevur hartil eisini drúgvar royndir frá arbeiði í sjálvbodnum felagsskapi.
- Eg gleði meg til eitt spennandi starv sum leiðari av Miðlatúni og Visit Suðuroy skrivstovuni í Vági. Og eg gleði meg eisini til, í samstarvi við lokalar kreftir og vinnuna, at fáa ein virknan leiklut at menna, marknaðarføra og samskipa útboðið av tilboðum og tænastum ætlaðar ferðavinnu og øllum í nærumhvørvinum, sigur Magnus Pauli.
Magnus Pauli og familjan hava seinastu árini búð í Danmark, men flyta í næstum til Vágs, har Magnus Pauli byrjar í starvinum sum leiðari í Miðlatúni og í Visit Suðuroy skrivstovuni í Vági fyrst í november.
Fimm umsøkjarar vóru til starvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald