Innanlands

Mál um ósømiligan føroyskan løgreglumann verður kannað í Danmark

Dimmalætting hevur seinastu vikurnar skrivað um ein føroyskan løgreglumann, sum hevur misnýtt sítt embætið. Den Uafhængige Politiklagemyndighed hevur nú tikið málið upp

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-19 09:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Málið um ein ósømiligan løgreglumann, sum Dimmalætting hevur skrivað um seinastu vikurnar, er endað í Danmark. Den Uafhængige Politiklagemyndighed hevur nú tikið málið upp.

Tað snýr seg um ein føroyskan løgreglumann, sum í fleiri førum hevur misbrúkt sína støðu sum løgreglumaður, fyri at koma í samband við millum annað ungar gentur í tí sivila.

Í Dimmalætting í síðstu viku var samskifti við einu gentuna lýst. Løgreglumaðurin skal hava sett seg í samband við gentuna umvegis Instagram, og møtti upp á einum skeinkistaði fyri at práta við hana um eina hending, sum skuldi verið farin fram eitt eitt leygarkvøld nakrar dagar frammanundan.

Her skal hann hava roynt at kínt henni um lærið, snodda hárið og viðmerkt kropp hennara.

Síðani eru aðrar søgur komnar fram um henda sama løgreglumannin.

Dimma.fo skrivar, at málið nú er endað í Danmark. Michael Boolsen, fúti, fær ikki sagt nakað um málið, men Dimmalætting fekk í síðstu viku eina uppringing frá Den Uafhængige Politiklagemyndighed, sum kannar málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder