Fríggjadagin var lítil samkoma á Býarbókasavninum í Havn, har Malan Hilmarsdóttir heiðrað fyri trúgva tænastu.
Malan hevur arbeitt á bókasavninum í 40 ár - síðan 1. november 1985 - og Elsa Berg, borgarstjóri handaði henni gullheiðurstekin fyri góða og trúgva tænastu hjá kommununi, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
– Tann 1. november í 1985 varð tú sett í starv her á Býarbókasavninum sum barnabókavørður. Tað merkir, at tú nú hevur arbeitt á bókasavninum í heili 40 ár. Býarbókasavnið sjálvt helt 55 ára føðingardag í fjør. Og so er skjótt at rokna út, at tú hevur verið við ein stóran part av tíðini, sum bókasavnið yvirhøvur hevur verið til, vísti borgarstjórin á í røðu sínari.
– Barnabókasavnið hevur havt stóran týdning fyri sera nógvar havnarborgarar. Og tað er ikki minst tær fyri at takka, Malan. Saman við Hanne Magnussen, barnabókavørði, hevur tú í nógv ár staðið á odda fyri at mynda og menna barnabókasavnið til tað, sum tað er í dag: Eitt spennandi og innbjóðandi barnabókasavn, har børn í øllum aldrum altíð hava verið vælkomin at nema sær íblástur, lesigleði og vitan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald