Innanlands

Málið um hekkuportrið á Galaxy skal kannast gjølla

Sambært Kringvarpinum skal Gunn Ellefsen advokatur hjálpa Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum við kanningini av fyrisitingarligu viðgerðini hjá Strandferðsluni

Gunn Ellefsen skal hyggja eftir tí løgfrøðiliga og fyrisitingarliga hjá Strandferðsluni í málinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gunn Ellefsen skal hyggja eftir tí løgfrøðiliga og fyrisitingarliga hjá Strandferðsluni í málinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-29 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Galaxy er farin úr Føroyum aftur, og tey flestu vóna, at tað er fyri seinastu ferð. Men málið um hekkuportrið á skipinum, sum sambært einari mynd var opið undir sigling 1. september, hongur við.

Sjóvinnustýrið, ið eigur ábyrgdina at kanna málið, lat tað fyrr í mánaðinum víðari til løgregluna.

Men sambært Kringvarpinum skulu onnur viðurskifti kannast eisini.

[object Object]Galaxy er ikki longur í sigling á Suðuroyarleiðini, men avloysaraskipið fyllur enn (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir nakað av trýsti fór landsstýrismaðurin í samferðslumálum inn í hetta málið, og Jóhan Christiansen hevur nú biðið um hjálp á einum øki.

Kringvarpið hevur fingið innlit í málið og skrivar, at landsstýrismaðurin hevur heitt á Gunn Ellefsen, advokat, um at vera við í viðgerðini. 

Hennara leiklutur verður at fáa lýst fyrisitingarligu viðgerðina hjá Strandferðsluni av fráboðanini um, at hekkuportrið á Galaxy var opið undir sigling og eisini meta um, um hendan viðgerðin var nøktandi.

Harvið er hetta enn eitt fet í málinum, sum hevur koyrt í nógvar vikur.

Kanningin hjá Gunn Ellefsen skal vera liðug í desember. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder