2018-09-14 16:49
Síðst í august skrivaði portalurin, at Liljan Weihe hevði fingið fjórða uppsagnarskrivið frá Kringvarpinum. Hon hevði samstundis fingið bjóðað eitt akademiskt starv í stovninum. Tað vil siga, at Liljan varð uppsøgd, um hon ikki tók av nýggja starvinum.
Les eisini: Liljan hevur fingið bjóðað akademiskt starv í Kringvarpinum
Freistin hjá Liljuni og advokati hennara at svara, um hon tók av starvinum var í dag, 14. septembur. Men hendan freistin er nú flutt til 21. septembur.
Sostatt verður ikki greitt, um málið fær ein enda við hesum fjórða uppsagnarskrivið, fyrr enn um eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald