Málið um uppsøgnirnar av Liljuni Weihe hevur verið ógvuliga drúgt. Hon varð fyrstu ferð uppsøgd 30. novembur í 2017, og síðani tá er talan um trý uppsagnarmál afturat. Í síðstu viku varð Liljan Weihe aftur uppsøgd, eftir at hon ikki tók av tilboðnum um annað starv á stovninum og sostatt er málið ikki liðugt enn.
Les eisini: Liljan tók ikki av nýggja starvinum
Síðani fyrsta uppsagnarmálið hevur Kringvarpið goldið 150.688 kr fyri løgfrøðiliga ráðgeving. Tað vísir innlit í málið, sum Portalurin hevur fingið.
Kringvarpið upplýsir eisini, at talan er um løgfrøðiliga ráðgeving frá málið byrjaði til miðjan august. Síðani tá hevur Kringvarpið framhaldandi fingið løgfrøðiliga ráðgeving, men hevur ikki fingið rokningar fyri tað enn. Tí kann roknast við at upphæddin vaksur nakað enn.
Portalurin spurdi eisini, hvussu nógv Kringvarpið hevði goldið í løn til kæraran, síðani málið byrjaði og hvussu nógv hon hevur verið í starvi hesa tíðina.
Kringvarpið upplýsir, at síðani uppsagnarmálið byrjaði 30. november í 2017 hevur Kringvarpið goldið 585.247 krónir í mánaðarløn, eftirløn, frítíðarískoyti, útgjaldi av serstakari fríviku og arbeiðsmarknaðargjøldum í løn. Av hesum er 564.086 krónir innvunnar aftaná 30. nov. 2017, meðan 21.161 kr. vóru innvunnar, áðrenn uppsagnarmálið byrjað
Í meginpartinum av sama tíðarskeiði hevur Liljan Weihe verið frítikin frá arbeiði. Kringvarpið sigur, at hon hevur arbeitt frá og við 31. mai 2018 til og við 14. aug. 2018, og hevur í nevnda tíðarskeiði hildið 22 feriudagar.
Samanlagt hevur Kringvarpið also goldið góðar 736.000 krónir í lønar- og ráðgevingarútreiðslum í hesum tíðarskeiðinum. Málið er ikki liðugt enn, tí vaksur hettar talið leypandi.
Liljan Weihe og Sigmund Poulsen hava kært nýggjastu uppsagnina til Mentamálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald