Innanlands

Málið um tíðindaleiðaran: Liljan tók ikki av nýggja starvinum

Liljan Weihe tók ikki av tilboðnum um nýtt starv í Kringvarpinum og hevur tí fingið uppsagnarskriv

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-09-28 15:35 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í dag fekk Liljan Weihe uppsagnarskriv handað frá Kára Sólstein, stjóra í Kringvarpi Føroya. Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðu síni. 

Tí er langt um langi greitt, at Liljan Weihe valdi at ikki taka av tilboðnum um nýtt starv. Freistin at svara varð annars longd tvær ferðir. 

Les eisini: Ógreitt nær málið fær ein enda 

Uppsagnarskrivið er tað fjórða í røðini. Fyrsta uppsagnarskrivið fyrrverandi tíðindaleiðarin fekk var frá fráfarna stjóranum, Johnny Grótinum. Tá kærdi Liljan málið til Mentamálaráðið og fekk viðhald. Hóast Mentamálaráðið tók undir við uppsagnargrundunum, varð mett at tað var ov víðgongt við uppsøgn. 

Næsta uppsagnarskrivið varð tikið aftur, áðrenn hoyringsfreistin var farin. 

Tað triðja uppsagnarskrivið var flyting av tíðindaleiðaran í Kringvarpinum. Liljan Weihe kærdi eisini flytingina innan Kringvarpið, við tí grundgeving at talan ikki var um flyting, men um uppøgn, tá nýggja starvsøkið var ov ymiskt frá upprunaliga starvinum. Mentamálaráðið ógyldaði eisini flytingina, men orsøkin var at framferðarhátturin hjá Kringvarpinum var skeivur. Liljan átti at havt fingið uppsøgn við tilboðið um nýtt starv heldur at verða flutt innan økið. 

Kringvarpið valdi tí at geva Liljuni fjórða uppsagnarskrivið við tilboðið um nýtt starv. Tá Liljan í dag ikki hevur valt at taka av nýggja starvinum, verður hon uppsøgd. 

Liljan kann nú aftur velja at kæra málið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder