
Týsdagin í komandi viku verður uppskotið um at broyta fosturtøkulógina eftir ætlan lagt fram av Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum, Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, og Karlot Hergeirsson úr Framsókn.
Men sum vit skrivaðu í vikuni hevur tað elvt til innanhýsis stríð í Sambandsflokkinum, at ein av ein limur í flokkinum er við til at leggja uppskotið fram.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum segði við Portalin mikudagin, at hann ongar almennar viðmerkingar hevur til málið, fyrr enn tað er viðgjørt innanhýsis í flokkinum.
Sambært Kringvarpinum verður málið tikið upp á fundi sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald