
Tað hava verið nógvar atfinningar móti løgmanni og Løgmansskrivstovuni í sambandi við málið um Suðuroyartunnilin.
Sí eisini: - Gera Smyril so dýran sum møguligt og Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt
Sí eisini: Nú svarar Løgmansskrivstovan aftur
Samstundis hevur serliga Javnaðarflokkurin - men sanniliga eisini samgongan sum heild- fingið høgg fyri at vilja hækka pensjónsaldurin tii 70 ár. Hatta á sosialu miðlunum men eisini í sambandi við 1. mai dagshald í gjár, har tað varð skýrt eitt "stættasvik" av vinstrahallu flokkunum.
Til 1. maidagshaldið í gjár (Myndir: Føroya Arbeiðarafelag)
Politikkarar sum heild fáa eisini nógvar atfinningar á serliga sosialu miðlunum, tí at man samstundis ikki koyrir egna pensjónsaldur upp.
Tað er so at siga einki, ið bendir á, at stóru málini um pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin ikki fara ígjøgnum. Bert fýra atkvøður vóru ímóti tí seinna í gjár; eftir eina viku har nógv óvissa varð sádd.
Politisk semja er um at fara í gongd at projektera og bjóða út, men ynski er tó um størri vitan og eisini onkrar broytingar. Hetta hevur Aksel V. Johannsen lovað at hugt eftir fram til 19. mai, tá 3. viðgerð av málinum verður.
Aksel V. Johannesen hevur verð fyri trýsti á ymiskan hátt (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Løgtingið samtykti Suðuroyartunnilin við greiðum meiriluta
Tað er nú endaliga greitt, at henda sama mánadag skal hækkan av pensjónsaldrinum fyri. Tingfundur er í løtuni, men málið er útsett. Hetta má vera tí, at tað á ymsan hátt hongur saman við hinum stóra málinum.
Framsókn og Ruth Vang hava áðrenn gjørt greitt frá, at man ikki tekur undir at gera ein Suðuroyartunnilin, uttan at pensjónsaldurin verður hækkaður skjótari.
Politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen, segði tó fyri lítlari løtu síðani í Útvarpstíðindunum, at hann væntar, at hetta heldur er eitt krav frá Javnaðarflokkinum: At málini skulu til 3. viðgerð sama dag. Hetta kann vera fyri at tryggjað, at alt fer ígjøgnum.
Tingskráin fyri mánadagin 19. mai (Mynd: logting.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald