Innanlands

Løgtingið samtykti Suðuroyartunnilin við aðru viðgerð

28 atkvøður vóru fyri og fýra ímóti

(Skíggjamynd: Løgtingið)

(Skíggjamynd: Løgtingið)

2025-05-01 20:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í átta tímar og tjúgu minuttir hevur løgtingið í dag viðgjørt málið um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi vegum, og tað endaði við at tað bleiv samtykt við aðru viðgerð fyri løtu síðan.

Broytingaruppskotið frá meirilutanum í fíggjarnevndini varð samtykt við 31 fyri og einum ímóti, og sjálvt uppskotið um Suðuroyartunnilin varð samtykt við 28 fyri, fýra ímóti og ongari blankari.

Tingfólk hava meira ella minni fingið eitt lyfti frá løgmanni um, at møguleikin at bora úr Skúgvi skal kannast. Hetta gevur aðrar møguleikar í mun til linjuføringina.

Triðja viðgerð verður um tríggjar vikur.

Soleiðis varð atkvøtt:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder