Mentan

Málningur av Fischer Heinesen avdúkaður

Í sambandi við, at Fischer Heinesen, stovnari skiparaskúlans í Klaksvík, hevði fylt 120 ár 3. september, letur Klaksvíkar kommuna ein málning, ið Livar Nysted hevur málað – Avdúkingin verður á Sjónámi

2021-08-28 12:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 3. september hevði Fischer Heinesen, stovnari skiparaskúlans í Klaksvík og hervið Sjónáms, fylt 120 ár, og í hesum sambandi verður ein málningur av Fischer Heinesen avdúkaður á Sjónámi.

Málningurin er málaður av Livar Nysted, og er hann latin av Klaksvíkar Kommunu.

Áðrenn Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, avdúkar málningin, fer Fischer Johannesen at greiða frá um lívið hjá abbanum.

Okkurt leskiligt verður eisini omaná, og Pætur við Keldu spælir góðan tónleik afturvið, umframt at listamaðurin verður til staðar.

Tiltakið, ið er alment, byrjar klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder