Innanlands

Málningur av fyrrverandi løgtingsformanni, Páll á Reynatúgvu avdúkaður í morgin

Tað er Torbjørn Olsen, sum hevur gjørt málningin av Páll á Reynatúgvu, sum sat sum løgtingsformaður frá 2015 til 2019, og Bjørt Samuelsen løgtingsforkvinna, sum fer at avdúka málningin í morgin kl. 14

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður frá 2015 til 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður frá 2015 til 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-09 17:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin 10. september klokkan 14 verður málningurin av fyrrverandi løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu, avdúkaður.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fer at avdúka málningin av Páll á Reynatúgvu, sum sat sum løgtingsformaður í tíðarskeiðinum frá 2015 til 2019, skrivar Løgtingið í tíðindaskrivi.

Formansskapurin í Løgtinginum hevur áður gjørt av, at málningar verða gjørdir av øllum løgtingsformonnum og kvinnum, sum hava sitið í embætinum, síðan Stýrisskipanarlógin kom í gildi í 1995.

Tey, sum eru avmyndað higartil, eru Marita Petersen (1994-95), Jógvan Ingvard Olsen (1995-98), Finnbogi Ísakson (1998-2002), Edmund Joensen (2002-08), Hergeir Nielsen (2008-11) og Jógvan á Lakjuni (2011-15 og aftur í 2019-22).

Málningurin av Páll á Reynatúgvu kemur sostatt at hanga saman við mállningunum av áðurnevndu løgtingsformonnum og løgtingsforkvinnu, í gongini á 2. hædd í Løgtinginum.

Skipanin er tann, at fyrrverandi tingformaðurin sjálvur velur málaran, og uppgávan verður avtalað millum verandi løgtingsformann, fyrrverandi tingformannin og listamálaran, áðrenn arbeiðið fer í gongd.

Tað er listamaðurin Torbjørn Olsen, sum hevur gjørt listaverkið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder