Íslendingar hátíðarhalda í ár, at 100 ár eru liðin síðan fullveldi teirra varð staðfest. Í hesum sambandi skipar aðalkonsulát Íslands saman við Fróðskaparsetri Føroya fyri serligum máltingi í Sjóvinnuhúsinum hósdagin 11. oktober. Tá fara kønir røðarar úr Íslandi, Føroyum og Danmark at viðgera og kjakast um, hvat ið fór fram og hvørjar avleiðingarnar hava verið fyri bæði Ísland og restina av ríkisfelagsskapinum. Fyrilestrarnir verða hildnir á donskum og enskum.
Forseti Íslands, søgufrøðingurin Guðni Th. Jóhannesson, sum vitjar í Føroyum í sambandi við máltingið, verður ein av fyrilestrahaldarunum og fer at røða um sambandssáttmálan og lóg um ríkisleiðaravald. Føroysku søgufrøðingarnir Erling Isholm og Hans Andrias Sølvará fara at taka støði í føroyskum fíggjarligum og politiskum viðurskiftum og greina á hvønn hátt sambandið við Danmark varð øðrvísi her enn í Íslandi, og hvussu ið tað ávirkaði hini londini í ríkisfelagsskapinum, at Ísland gjørdi av at staðfesta sítt fullveldi. Danski søgufrøðingurin Søren Mentz fer at røða um „600 ár av felagsskapi“ og Gunnar Þór Bjarnason, søgufrøðingur og høvundur fer at greiða nærri frá sjálvstýrisrørsluni í Íslandi, og hvussu 2. heimsbardagi ávirkaði gongdina. Aftaná framløgurnar verður pallborðskjak millum luttakararnar og áhoyrarar fáa høvi at spyrja spurningar.
Tá tiltakið er lokið bjóðar Pétur Thorsteinsson, aðalkonsul Íslands í Føroyum til móttøku við løttum veitingum.
- Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald