Máltøknidepilin á Setrinum hevur eina serliga forsøgu, sum væl lýsir tann ítøkiliga týdning, máltøkni hevur.
Umframt mál- og teldufrøðingar hava fólk við serligum avbjóðingum áhuga fyri máltøkni. Í Føroyum hevur Sjóndepilin havt ein týðandi leiklut, og tað var eitt stórt stig fyri føroyska máltøkni, tá verkætlanin Ravnur, sum Sjóndepilin tók stig til og stóð fyri, endaði við framløgu í Konghøll í fjør. Karin Kass, leiðari á Sjóndeplinum og drívandi megi í verkætlanini, handaði teimum, sum høvdu tikið lut í arbeiðinum, hvør sín ravn úr glasi sum tekn um, at verkætlanin var komin mál.
Tilfarið frá verkætlanini Ravni kann sammetast við ein timburhandil ella eina væl skipaða máltøkniliga goymslu, sum øll áhugað kunnu vitja og taka tilfar úr púra ókeypis.
Eitt frálíkt úrslit hava vit longu sæð við nýggju og snøggu appini VoisIT.
Eftir avtalu við Sjóndepilin hevur Fróðskaparsetrið tikið yvir tilfarið frá Ravni. Endamálið er at tryggja, at tilfarið støðugt verður dagført og ment og atkomuligt til ymisk máltøknilig endamál. Um somu tíð hevur Fróðskaparsetrið sett á stovn Máltøknidepilin, og 1. juli var eitt vísindastarvfólk, Iben Nyholm Debess, sett í starv á deplinum.
Samstarvið við Sjóndepilin og aðrar partar bæði í Føroyum og uttanlands heldur fram.
Máltøknidepilin er skipaður undir Føroyamálsdeildini og virkar í tøttum samstarvi við Náttúruvísindadeildina. Ein talukennarapallur, sum kann viðgera ljóðbrot, er so smátt við at verða mentur og kann longu roynast. Á Náttúruvísindadeildini er tað Barbara Scalvini, adjunktur, sum arbeiðir við máltøkni og nýggja talukennarapallinum.
Í næstum byrjar nýggja verkætlanin Faroese Megaword Corpus (FMC), sum hevur til endamáls at menna ein stóran og fjølbroyttan tekstagrunn.
Tekstagrunnurin verður hornasteinur í dátukervinum á Máltøknideplinum og fer at gagna nógvum verkætlanum umframt arbeiðinum við fleiri máltøkniligum loysnum í framtíðini.
Verkætlanin byggir á samstarv við Árnastovnin í Íslandi, og fíggingin er norðurlendsk. Harumframt verður longu granskað í maskintýðing og áskoðanargreining, sum eru sera hentar máltøkniligar funkur í bæði máltøkniligari gransking og vinnulívi. Komandi ár byrjar ein ph.d.-verkætlan í máltøkni á Máltøknideplinum.
Millum teirra, sum starvaðust í verkætlanini Ravni, vóru lesandi á Føroyamálsdeildini og føroysk málfrøðilesandi uttanlands umframt aðrir málfrøðingar í Føroyum og útlendskir serfrøðingar. Fleiri av teimum eru nú partur av máltøkniliga umhvørvinum, sum tekur seg upp á Fróðskaparsetrinum.
Alt arbeiðið á Máltøknideplinum er grundað á eina hugsjón um opinleika í tilfari, menning og gransking.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald