Svenska løgreglan handtók í gjárkvøldið ein mann eftir at ein kvinna í tríatiárunum varð skotin og dripin á opnari gøtu í Malmö í gjár. Kvinnan varð skotin í høvdið.
Løgregluovastin vildi í gjár ikki vátta, um handtikni maðurin er skuldsettur fyri drápið, ella er blandaður í málið á annan hátt, skrivar dr.dk.
Drápið hendi um 10 tíðina fyrrapartin í gjár í Ribersborg nærhendis havnina í suðursvenska býnum. Kvinnan gekk túr saman við lítla barni sínum og pápanum, tá skotini vórðu latin av.
Hvørki maðurin ella barnið vórðu rakt.
- Hetta er ein ófatiliga ræðulig gerð, sum eg og alt landið hevur andstygd fyri. Slíkt hevur einki at gera hjá okkum, segði svenski forsætisráðharrin, Stefen Löfven, í gjár.
Fleiri vitni vóru til tilburðin. Summi siga, at trý skot hoyrdust, meðan onnur søgdu seg hoyra fleiri.
Svenska sjónvarpið hevur víst eitt filmskut, har ein svartklæddur maður sæst renna burtur eftir hendingina. Á upptøkunum tykist tað sum um hann rennur við einum skotvápni í hondini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald