Kenda kanadiska sjóleikarakvinnan, sum gjørdist heimskend aftaná at hava gloymt og mist yngsta sonin heili tvær ferðir, andaðist í gjár 71 ára gomul eftir stutta sjúrkralegu.
Catherine O'Hara varð fødd 4. mars 1954, og spældi við í eitt nú Beetlejuice, Home alone 1 og 2 umframt at hon eisini spældi við í sendirøðini Schitt's Creek og øðrum sendirøðum.
Catherine O'Hara andaðist í heiminum í gjár í Los Angeles.
Kendasti leikluturin má vera tá ið Catherine O'Hara saman við sjónleikaranum John Heard sum Kate og Peter McCallister mistu og gloymdi sonin, Kevin McCallister, ikki færri enn tvær ferðir eftir tá ið familjan fór at ferðast.
Fyrstu ferð var í 1990 tá ið hann var eftir í heiminum í Winnetka, Illinois og seinnu ferð var í 1992 tá ið familjan fór til París, men Kevin endaði í einum flogfarið sjálvur og lendi New York.
John Heard andaðist í juli 2017 eisini 71 ára gamal.
Catherine O'Hara giftist við Bo Welch, og saman áttu tey synirnar Luke Welch og Matthew Welch.
Catherine O'Hara vann í 2020 eina Emmy fyri leiklutin sum Moira Rose, og av somu orsøk fekk hon eisini leiklut í kendu sjónvarpsrøðini The Last of Us og The Stodio.
Macaulay Culkin, sum spælir leiklutin sum Kevin McCallister skrivaði á sosialum miðlum í gjár eini rørandi boð til Catherine O'Hara.
''Eg ynskti meira. Eg vildi siti í einum stóli við tína lið. Eg hoyrdi teg. Men eg hevði so nógv meira at fortelja. Eg elski teg. Vit síggjast.''
Catherine O'Hara var 36 ára gomul, tá ið hon spældi leiklutin sum mamman hjá Macaulay Culkin (Kevin McCallister) sum tá einans var 10 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald