Mentan

Mannfall í Kringvarpinum

Enn ein profilur gevst í Sortudíki

Heini Gaard (Skíggjamynd: KVF)

Heini Gaard (Skíggjamynd: KVF)

2019-11-29 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heini Gaard, sum seinastu tíðina hevur verið vertur í Degi & viku, gevst nú í fullari tíð í Kringvarpinum. Frá 1. januar verður fyrrverandi fyribils tíðindaleiðarin í Kringvarpi Føroya Ph.d lesandi á Setrinum.

Heini Gaard gevst ikki heilt í starvinum, og fer at taka nakrar vaktir av og á.

Men hann er ikki tann einasti, sum Kringvarpið hevur mist seinastu tíðina. Fólk sum eru farin seinasta árið eru millum annað Uni Holm Johannesen, Rógvi Olavson, Óluva Zachariassen, Beinta Løwe og Kára Bjarnadóttir Jakobsen.

Ein av hvassastu journalistunum, vit hava í Føroyum, Brynhild Thomsen, er eisini júst givin í Kringvarpinum, og hevur fingið starv sum samskiftisfólk á Setrinum.

Hetta eru alt profilar, og uttan iva stórur missur hjá Kringvarpinum, sum herfyri søkti eftir fimm nýggjum journalistum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder