Uttanlands

Marchado kom kortini til Oslo

Móttakarin av Friðarheiðursløn Nobels náddi ikki fram til sjálva handanina í gjár, men vísti seg í Oslo í nátt

María Corina Marcado heilsar upp á fólkið frá svalanum á Grand Hotel í Oslo í nátt (Mynd: EPA)

María Corina Marcado heilsar upp á fólkið frá svalanum á Grand Hotel í Oslo í nátt (Mynd: EPA)

2025-12-11 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Venesuelski andstøðuleiðarin, María Corina Marchado veit fullvæl, hvør vandi liggur í, at hon er farin til Noregs at taka ímóti friðarheiðursløn Nobels.

Tað sigur hon í samrøðu við BBC eftir at hon í nátt kom til Oslo.

- Tey siga, at eg eri eitt yvirgangsfólk, og at eg skal í fongsul restina av lívi mínum. Tey leita eftir mær. So at fara úr Venesuela í dag, undir hesum umstøðum er ógvuliga vandamikið, sigur hon við BBC.

Tað hevur verið tosað nógv um, hvørt Machado hevur møguleika fyri at venda aftur til Venesuela.

- Sjálvandi fari eg aftur. Eg eri fullvæl greið yvir vandan, sigur hon.

- Eg vil vera har, sum eg kann gera mest nyttu. Til fyri kortum trúði eg, at tað staðið var í Venesuela. Mest týðandi stað hjá mær at vera júst nú, er í Oslo, segði hon.

[object Object](Mynd: EPA)

María Corina Marchado hevur fjalt seg í fleiri mánaðir. Hon ferðaðist til Noregs í loyndum, og kom til Oslo á miðjari nátt hóast bann fyri at ferðast og eina hóttan frá stjórnini í Venesuela um at verða dømd í útlegd, um hon fór til norska høvuðsstaðin.

Í eini kenslubornari løtu vísti Marchado seg á svalanum á Grand Hotel í Oslo í nátt og veittraði til fólkini, sum vóru savnað uttanfyri.

Seinni fór hon út á gøtuna, leyp upp um avsperringarnar og heilaði upp á viðhaldsfólk.

Marchado hevur ikki sæð børn síni í okkurt um hálvtannað ár, eftir at hon sendi tey út úr landinum av trygdarávum, skrivar BBC.

Í samrøðuni við bretska miðilin fortelur Marchado, at hon hevur mist brúdleypini hjá bæði dóttur síni og soni sínum.

- Í yvir 16 mánaðir havi eg ikki kunna fevnt ella rørt nakran. Knappliga kundi eg síggja fólkini aftur, sum eg elski mest, nerta tey, gráta og biðja saman, sigur Marchado í samrøðuni við BBC.

[object Object]Dóttirin, Anna Corina Sosa, tók ímóti friðarheiðurslønini á sjálvum hátíðarhaldinum í gjár (Mynd: EPA)

María Corina Marchado er gitin sum ein av stóru politisku mótstøðufólkunum hjá forsetanum í Venesuela, Nicolás Maduro. Henni varð sýtt at stilla upp til forsetavalið í 2024, tá Maduro vann.

Marchado var ikki við til almenna hátíðarhaldið, tá friðarløn Nobels varð handað í gjár. Í staðin var tað dóttir hennara, Ana Corina Sosa, sum tók ímóti heiðurslønini hennara vegna, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder