Innanlands

Margit Stórá: Eri sinnað at broyta kunngerðina um HPV koppseting

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt landsstýriskvinnuna í heilsumálum, hví dreingir eldri enn 18 skulu rinda fyri at verða koppsettir fyri HPV, tá gentur ikki skulu

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-09 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá er sinnað í næstum at fara undir arbeiðið at broyta kunngerðina um ókeypis koppseting fyri HPV, so bæði kynini verða javnsett.

Tað sigur hon í svari til fyrispurning hjá Anniku Olsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

– Tað er umráðandi, tá tað snýr seg um heilsu hjá gentum og dreingjum, kvinnum og monnum, at munur ikki verður gjørdur á kynunum, segði Annika Olsen, sum vísti á, at dreingir, ið eru fyltir 18 ár, skulu rinda 3.000 krónur fyri at verða koppsettir fyri HPV, meðan kvinnur kunnu verða koppsettar ókeypis, til tær eru fyltar 28 ár.

Annika Olsen spurdi Margit Stórá, hvør orsøkin er til, at tað ikki eru eins treytir fyri bæði kynini, og um hon var sinnað at broyta hetta.

Landsstýriskvinnan greiðir í svari sínum frá, at tilboð um ókeypis koppseting vanliga verða veitt somu bólkum í Føroyum sum í Danmark, tó hevur eitt undantak verið í sambandi við hesum tilboðnum um koppseting fyri HPV.

– Tilboðið til gentur um ókeypis koppseting fyri HPV varð sett í gildið í bæði Danmark og Føroyum frá 1. januar 2009 at rokna. Tá ið tilboðið varð sett í verk í Danmark, fingu fleiri árgangir hetta tilboð. Men sama skipan varð ikki settí gildi í Føroyum. Í Føroyum fekk bert ein árgangur hetta tilboðið, tí játtanin rakk bert til at bjóða HPV koppsetingina til ein árgang. So hvørt játtan hevur verið tøk, er tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV víðkað til støðugt fleiri aldursbólkar, sigur landsstýriskvinnan m.a. í svari sínum, sum kann lesast her.

Fegnast um svarið

Annika Olsen sigur í viðmerking til svarið, at hon fegnast um, at landsstýriskvinnan er sinnað at taka málið upp.

– Í svarinum sæst, at ongar heilsufakligar orsakir eru til hetta men heldur fíggjarligar. Tað má ongantið koma fyri, at vit gera mun og dreingjum og gentum, og so slett ikki tá tað kemur til heilsutænastur. Ti fegnist eg almikið um svarið frá landsstýriskvinnuni, har hon boðar frá, at hon er sinnað at taka henda ójavna burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder