Í 2021 varð royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligihjálp til ung sett í verk, og eftirmetingar hava víst, at tørvur er á eini tílíkari skipan.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum í svari til fyrispurning frá Kaj Leo Holm Johannesen, tingmanni.
Hann vildi hava at vita, hvussu gongur við skipanini, og hvussu nógv hava fingið hjálp umvegis skipanina. Eisini spurdi hann, um skipanin er eftirmett, og um ætlanin er at víðka tilboðið til aðrar aldursbólkar enn tey 15-35 ára gomlu.
– Heilsutrygd hevur eftirmett skipanina. Eftirmetingin hevur víst, at tørvur er á eini tílíkari skipan, og at fleiri í málbólkinum hava havt eina góða úrtøku av viðgerðini.
Skipanin hevur tó eisini havt avbjóðingar, sigur landsstýriskvinnan.
– T.d. hevur visitasjónin verið ov breið í mun til málbólkin samstundis sum útjaðaraøkini, og serliga Suðuroyggin, liggja lutfalsliga lægri, tá ið hugt verður eftir ávísingum til skipanina. Samstundis hevur royndarskipanin víst seg at vera munandi dýrari enn upprunaliga mett.
Talan er um eina royndarskipan, sum varð sett í verk á vári í 2021 og fer úr gildi 31. oktober, og higartil hava verið uml. 1.770 ávísingar til skipanina, og 12.200 viðtalur eru framdar.
Landsstýriskvinnan sigur, at hon hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvussu eitt tílíkt tilboð skal skipast frameftir, men hetta verður fráboðað í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald