Uttanlands

Margreta drotning innløgd

Seinnapartin varð 86 ára gamla drotningin innløgd við hjartakrampa – Hon er troytt men við gott mót, sigur kongshúsið

Margreta drotning á tíðindafundi í sambandi við vitjan í Føroyum í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Margreta drotning á tíðindafundi í sambandi við vitjan í Føroyum í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-14 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Margreta drotning varð seinnapartin innløgd á Ríkissjúkrahúsinum orsakað av hjartakrampa.

Hon verður verandi innløgd í vikuskiftinum til eygleiðingar og fleiri kanningar, skrivar kongshúsið í stuttum tíðindaskrivi í dag sambært Ritzau.

Hjartakrampi verður eisini nevndur angina pectoris og kemur í høvuðsheitum av forkálking í hjartapulsæðrini. Vanlig sjúkueyðkenni eru pína í bringuni.

86 ára gamla Margreta drotning er troytt men við gott mót, og boðað verður frá, tá meira er at frætta, leggur kongshúsið afturat.

Dagførd kl. 14.29


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder