Eftir nærum sjey áratíggju hevur Margreta drotning lagt av at roykja. Tað váttar danska kongshúsið fyri donskum miðlum, m.a. B.T.
Tað var í februar, at drotningin legði sigarettirnar á hillina í sambandi við, at hon skuldi undir skurð. Danska heilsustýrið mælir nevniliga til, at mann gevst at roykja í sambandi við stórar skurðviðgerðir m.a. fyri, at sárini skulu lekjast betri, og fyri at minka um vandan fyri infektión. Og Margreta drotning hevur also ikki roykt aftur síðani.
Í samrøðu við blaðið Weekendavisen í februar, tá hon varð spurd, um hon fór at leggja av, segði hon annars, at nú var hon blivin so gomul, at tað kundi gera tað sama.
Tann nú 83 ára gamla drotningin byrjaði at roykja sum 17 ára gomul, og seinastu 50 árini hevur hon roykt Karelia uttan filtur.
Tað at drotningin leggur av, kann eisini geva øðrum roykjarum íblástur til at gera tað sama, sigur Charlotta Pisninger, professari í tubaksfyribyrging á universitetinum í Keypmannahavn.
– Drotningin hevur leingi roykt nógvar og sera sterkar sigarettir. Har er helst onkur, sum hugsar, "um hon kann leggja av, kann eg eisini", sigur hon við Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald