
Tað er hátíðardámur á Fredensborg Slot í dag, har Hennara Hátign Margretha drotning heldur 81-ára føðingardag. Hann verður hildin privat, men á middegi kom drotningin út á trappuna og veittraði til tey, ið møtt vóru at heiðrað Hennara Hátign. Eisini spældi tónleikarar frá "Den Kongelige Livgardes Musikkorps" nakrar tónar fyri drotningini í morgun. Til ber eisini at heilsa drotningini á kongehuset.dk
Førðingardagurin hjá Margrethu drotning er vanliga meira almennur, men orsakað av koronustøðuni verður einki hilidið uttanfyri slottið. Soleiðis var eisini í fjør, tá talan var um 80-ára føðingardag, og tá ætlanin var at hava eitt stórt hátíðarhald.Eins og í fjør noyddist drotningin at halda seg til at heilsa fólki frá trappuni (Mynd: epa.eu)
Margretha drotning varð borin í heim 16. apríl 1940 og tók við trónini í januar 1972, tá pápi hennara, Fríðrikur IX, doyði. Harvið verður talan um eitt 50-ára hald í januar 2022. Tann einasti, sum hevur sitið longri á donsku trónuni, er Christian IV, sum var kongur í 60 ár.
Les eisini: Margretha drotning 80 ár - átta fakta um drotningina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald