Sum samfelag eiga vit ikki at "gerast óttafull" um veðurlagsbroytingar, heldur Margretha drotning.
– Tað er sjálvandi umráðandi at fylgja við, men also... at øsa seg er ein sera óhóskandi háttur at handfara en trupulleika. Tað gongur ikki, sigur drotningin í longri samrøðu við Politiken í sambandi við 80 ára føðingardag hennara, sum verður í komandi viku.
Sjálv sær Margretha drotning ikki fyri sær, at veðurlagið fer at elva til stórar kreppur. Orsøkin til hetta, sigur, hon, er at hon altíð hevur havt áhuga fyri søgu og forsøgu.
– So hugsar mann langt fram í tíðina, og so veit mann, at ting broytast. Eisini veit mann, at veðurlagið hevur broytt seg og broytir seg allatíðina, sigur hon sambært Ritzau.
Hon sigur eisini, at hon ikki er heilt sannførd um, at veðurlagsbroytingar eru manngjørdir.
– Jaman at menniskju spæla en leiklut, tá tað kemur til veðurlagsbroytingar, ta ivist eg ikki í. Men um teir eru beinleiðis gjørdir – tað eri eg ikki heilt sannførd um, sigur hon.
Í seinastu nýggjársrøðu sínari nevndi drotningin eisini veðurlagsbroytingar:
– Vit hava eina felags ábyrgd av okkara vøkru jørð, sum er full av lívi. Tað er ein týðandi avbjóðing fyri okkum øll í dag, og tað er umráðandi, at vit øll hugsa um, hvussu vit liva og hvat vit gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald