Innanlands

Maria, Anna, Jákup og Jógvan eru enn ovast

Maria og Anna eru ikki til at vika sum vanligastu konufólkanøvnini, eins og Jákup og Jógvan hjá mannfólkinum, sigur Hagstovan

Savnsmynd (Hagstovan)

Savnsmynd (Hagstovan)

2020-08-21 20:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Maria og Anna eru ikki til at vika sum vanligastu konufólkanøvnini, eins og Jákup og Jógvan hjá mannfólkinum. Men nýggjari nøvn koma longur og longur upp á listan. Hetta vísir yvirlitið hjá Hagstovuni við fornøvnum hjá okkum øllum, ið vóru búsett í Føroyum í 1. januar 2020.

Aftaná Mariu og Onnu hjá konufólkunum koma væl kend nøvn sum Annika, Marjun, Beinta og Katrin. Raðfylgjan fyri hesi sjey konufólkanøvnini var júst tann sama í 2001 sum í 2019.

Men samanber mann við navnalistan fyri 18 árum síðani, so eru nøkur nøvn, sum gera stór lop uppeftir á listanum. T.d. Lea, ið vóru 18 tá og nú eru 81. Eva, ið vóru 37 tá og nú eru 112. Sára, ið vóru 66 tá og 134 nú. Onnur konufólkanøvn, ið eru nógv fleiri nú, eru t.d. Ronja, Lív, Emma, Silja og Rebekka.

Hjá mannfólki togast Jákup og Jógvan um fyrstaplássið. Langt eftir teimum koma Rúni, Bárður, Høgni, Martin og Magnus.

Men eisini hjá mannfólkunum eru nøkur nøvn, sum gera long lop uppeftir á listanum. Størsta skarvslopið ger Jónas, ið vóru 27 í 2001 og nú eru 152. Aðrir eru Rókur, ið vóru 18, og nú eru 93. Benjamin, ið vóru 44 og nú 115, Dávid, ið vóru 36 og nú 110. Onnur mannfólkanøvn, ið eru nógv fleiri nú, eru t.d. Aron, Brandur, Fríði og Pætur.

Merkisvert bæði hjá konufólki og mannfólki, er at dupultnøvnini, so sum t.d. Anna Maria og Jákup Martin, eru langt niðri á listanum og als ikki við í ”topp 50”, skrivar Hagstovan.

Fremsta dupultnavnið hjá konufólki er Anna Maria sum nr. 30 í raðfylgjuni. Hjá mannfólki er Hans Jacob fremsta dupultnavnið á 76. plássi.

Omanfyri sæst uppgerð við best umtøktu nøvnunum í Føroyum í 2001 og 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder