Løgmaður hevur útnevnt Mariu Jørðdal Niclasen til dómpróst.
Tríggjar umsóknir komu til embætið, sum varð lýst leyst í august, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.
Áðrenn løgmaður útnevndi komandi dómpróst vóru trý lið í viðgerðini: Kirkjuráðini, biskupur og landsstýrismaðurin í kirkjumálum.
Maria Jørðdal Niclasen varð prestvígd í dómkirkjuni 27. januar 2013. Hennara fyrsta kall var eystan Múla, har hon tók við kallinum í Norðoya eystara prestagjaldi 1. februar sama ár.
Í mars 2015 tok hon við kallinum í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík. Harafturat hevur hon røkt tað týdningarmiklu tænastuna at vera prestur teirra deyvu.
Maria Jørðdal Niclasen tekur við embætinum sum dómpróstur tann 1. februar 2026, og sunnudagin 25. januar skipar biskupur hana í embætið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald