Mentan

Maria Mørkøre í Ribarhúsi

3. november letur málningarframsýning við Mariu Mørkøre upp í Ribarhúsi

2018-11-02 09:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Maria Mørkøre letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi leygardagin, 3.11. Framsýningin hongur uppi til hósdagin 29. novembur.

Maria Mørkøre er fødd 1967 í Klaksvík. Hevur gingið á Listaskúla í Hillerød 1996-98. Hon livir av at mála málningar og undirvísir eisini í myndlist.

Hon hevur verið við á fleiri felags framsýningum, t. d á Ólavsøkuframsýningum og havt fleiri einsæris sýningar. Íblásturin kemur úr nátúruni, úr bygdaløgum og menniskjum. Ein inn og útsúgur í litum, ið vitjar aftur til impressionismuna. Hon letur eisini skapini í ein ekspressivan listaligan dám, ið ruggar í yndisligum bygdaumhvørvi bæði í fríum lofti og á dyrgingarferðum millum litríkar vindar, sum er ein frøi fyri eygað at sjá.

- Ribarhús

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder