Maria Skaalum Petersen, leiðari í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, er í dag 1. september 2023 tilnevnd professari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya.
Maria Skaalum Petersen er 47 ára gomul og hevur seinastu 15 árini arbeitt sum granskari í Føroyum.
Granskingarøkið hennara spennir víða og um fleiri heilsugranskingarøki, og hon hevur útgivið meira enn 85 vísindaligar greinar í altjóða viðurkendum tíðarritum – sum fyrsti rithøvundi á meira enn 25 greinum og seinasti rithøvundur á meira enn 20 greinum.
Uppbygt virðismikið dátutilfeingi
Í høvuðsheitum hevur Maria Skaalum Petersen granskað á epidemiologiska og kliniska økinum, og seinastu tvey árini hevur hon staðið fyri fleiri granskingarverkætlanum um koronu-farsóttina.
Gransking hennara seinastu 15 árini fevnir m.a. um kanning av sambandinum millum umhvørvisevnir og ílegur og sjúkur, so sum Alzheimersjúku, Parkinsonsjúku og amyotrofiska laterala sklerosu (ALS) og afturvendandi kanningar av heilsustøðuni hjá eldri føroyingum í sjeyti-, áttati- og nítiárunum, umframt at hon hevur granskað í heilivágsnýtslu hjá teimum eldru.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald