
Hósdagn 26. november var hátíðarløta í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Mariann Patursson, dietistur fekk "Dronningens Fortjenestemedalje" fyri trúgva tænastu í meira enn 40 ár.
Tað var Steinar Eirikstoft, forstjóri, sum handaði Mariann heiðursmerkið.
Sambært Landssjúkrahúsinum byrjaði Mariann í læru sum økonoma í køkinum á Landssjúkrahúsinum í 1970.
Hon fór síðani undir útbúgving og var liðug sum dietistur, tá fyrsti árgangur tók prógv í Danmark í 1976. Sama ár byrjaði hon aftur á Landssjúkrahúsinum.
Burtursæð frá einum stuttum tíðarskeiði uttanhýsis, hevur Mariann starvast við sjúklingum á Landssjúkrahúsinum í samfull 44 ár. Hon er tí eitt kent andlit bæði millum starvsfólk og sjúklingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald