2020-11-10 21:24

Í Viðareiðis kommunu verða tað fleiri nýggir bygdarráðslimir, sum taka yvir um árskiftið.
Tað var bara ein listi sum stillaði upp. Marita Sumberg fekk 50 atkvøður og gjørdist toppskorari. Sitandi borgarstjórari Hans Jákup Kallsberg fekk næstflestar atkvøður. Hann fekk 38 atkvøður.
Marita hevur sitið í bygdarráðnum seinastu fýra árini. Hon fekk 19 atkvøður í 2016.
Hesi eru vald í bygdarráðið í Viðareiðis kommunu:
Marita Sumberg 50 atkvøður
Hans Jákup Kallsberg 38 kvøður
Kristian Hansen 33 atkvøður
Tórhallur Gunnar Georg Staksá 30 atkvøður
Benjamin Matras Absalonsen 30 atkvøður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald