2026-02-02 17:05
Sonur Mette Marit, krúnprinsessu í Noregi, Marius Borg Høiby, var í dag varðhaldsfongslaður í fýra viður, fram til 2. mars.
Hann varð handtikin sunnukvøldið, skuldsettur fyri álop, hóttanir við knívi og broti á løgreglubann.
Sambært Dagbladet umhugsar verjin hjá krúnprinsessisoninum nú at kæra avgerðina.
Stóra rættarmálið móti 29 ára gamla Marius Borg Høiby, byrjar annars í morgin. Mett verður at rættarviðgerðin fer at vara í sjey vikur. Hann noktar seg sekan í teimum mest álvarsligu ákærunum.
Hann er ákærdur fyri 38 lógarbrot, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald