Uttanlands

Marius krúnprinsessusonur aftur handtikin

Norska løgreglan krevur at hann verður fongslaður av ótta fyri at hann heldur fram við hóttandi atburðinum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2026-02-02 13:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Elsti sonur Mette Marit, krúnprinsessu í Noregi, kann seinnapartin verða dømdur í varðhaldsfongsul, eftir eina nýggja handtøku.

29 ára gamli Marius Borg Høiby, varð handtikin í gjárkvøldið og skuldsettur fyri hóttanir við knívi og brot á løgreglubann, skrivar Dagbladet. Blaðið hevur ikki fingið upplýst nær hesi brot eru framd.

Marius Borg Høiby skal annars í rættin í morgin í umfatandi málinum, har hann er ákærdur fyri 38 lógarbrot, eitt nú harðskap í nærsambandi og fyri álop. Hann noktar seg sekan í hesum ákærum.

Løgreglan sigur, at hon nú krevur fongsling av ótta fyri at maðurin fer at endurtaka hóttandi framferðina. Annars vil løgreglan ikki viðmerkja hendingina.

Nýggju málini, sum skulu avgerðast í dag verða viðgjørd sum tað, ið tey kalla kontórforrætning, sum merkir, at talan ikki verður um ein rættarfund við avhoyringum, men at málið er lagt fram skrivligt.

Marius Borg Høiby var fyrstu ferð handtikin 4. august 2024 eftir ein hóttandi tilburð móti fyrrverandi unnustuna, sum í norskum miðlum verður kallað “Frogner-kvinnan”.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder