Innanlands

Marius Ziska við takkarkvøðu til Allen Ginsberg

Marius Ziska og Hans Jacob Kollslíð hava skrivað sangin "Lion"

2020-09-24 10:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggja staklagið hjá Marius Ziska, “Lion” er ein takkarkvøða til beat-høvundin Allen Ginsberg. Heitið er íblást av ævisøguni “Dharma Lion”, og er ein viðmerking til rákið at skáka sær undan øllum stríðsspurningum í popptónleikinum.

”Lion” er eisini søgan um ein sang, sum er vorðin til yvir nøkur ár, og nú er endaður við at verða eitt aftursvar til rákið um at sleppa sær undan ósemjum og stríðsspurningum í nútíðar popptónleiki. Alt meðan væl samasjóðaða ljóðið hjá Marius Ziska er eyðsæð, er sangurin, við einum teksti, sum Hans Jacob Kollslíð hevur skrivað, vorðin bæði ein takkarkvøða til Allen Ginsberg og ein kritikkur av nútíðini:

- Teksturin, sum Hans Jacob hevur skrivað, snýr seg um Allen Ginsberg, sum var rættuliga ófiltreraður og beinleiðis í sínum formi – kompromisleysur og erligur. Tað er nakað, sum vit ikki hoyra nógv til í dagsins popptóneiki, so tí vildu vit gjarna fagna. Mær dámar eisini væl, tá ið sangir snúgva seg um okkurt konkret, og hetta er altso ein takkarkvøða til lívið hjá Allen Ginsberg og tann munin, sum hann gjørdi við at skilja seg so burturúr mongdini, sigur Marius Ziska, sum er sangari í bólkinum, og heldur áfram:

- Eg havi haft lagið til sangin í høvdinum í longri tíð. Í øllum førum trý ár. Ein dagin fullu brikkarnir og formurin brádliga uppá pláss, og eg sendi lagið til Hans Jacob, sum skrivaði tekstin. Eg tók so lag og tekst í venjingarhølið, har bólkurin kom við sínum ljóði og innputti. Vit arbeiddu eisini eitt sindur meira við forminum. Seinni gjørdu vit so uptøkurnar í Bloch studio og nøkur overdubs í Bunkaranum.

”Lion” kann hoyrast her   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder