Uttanlands

Marjorie Taylor Greene umhugsar at stilla upp á forsetavalinum í 2028

Navnframi republikanski kongresslimurin, sum seinastu árini hevur verið ein trúgvur stuðul hjá Donald Trump, hevur boðað frá, at hon leggur frá sær í januar, men nú umhugsar hon, sambært ónevndum keldum, at stilla upp á komandi forsetavalinum

51 ára gamla Marjorie Taylor Greene hevur umboðað Georgia í Umboðsmannatinginum síðan januar 2021 (Mynd: EPA)

51 ára gamla Marjorie Taylor Greene hevur umboðað Georgia í Umboðsmannatinginum síðan januar 2021 (Mynd: EPA)

2025-11-23 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Republikanski kongresslimurin Marjorie Taylor Greene, sum í gjár boðaði frá, at hon í januar fer frá sum limur í Umboðsmannatinginum, umhugsar nú at bjóða seg fram á amerikanska forsetavalinum í 2028.

Tað veit miðilin Time at siga frá ónevndum keldum, sum skulu hava havt privatar samrøður við Greene um hetta.

Tað var leygarnáttina okkara tíð, at Marjorie Taylor Greene, sum hevur verið limur í Umboðsmannatinginum fyri statin Georgia í nærum fimm ár, boðaði frá, at hon 5. januar 2026 leggur frá sær.

Marjorie Taylor Greene hevur seinastu árini verið ein trúgvur stuðul hjá núverandi forsetanum, Donald Trump, og hevur hon verið ein sjónligur partur av MAGA-rørsluni (Make America Great Again, slagorðið hjá Trump undir forsetavalstríðnum í 2016, red.) hjá Trump, skrivar Ritzau.

Seinastu tíðina hevur tó verið ósemja millum Trump og Greene, og hevur Trump umrøtt hana sum ein ørvitisknokk. Greene hevur m.a. funnist at handfaring hansara av sambandinum við Ísrael, og hevur hon lagt trýst á hann fyri at fáa leysgivið skjølini um málið móti deyða ríkmanninum og kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein.

Sjálv sigur Marjorie Taylor Greene, at hon leggur frá sær, fyri at familja og stuðlar hennara ikki skulu fara ígjøgnum eitt valstríð komandi ár, har hon hevur forsetan ímóti sær. Her verður víst til miðskeiðsvalið, har umboð m.a. skulu veljast til Kongressina næsta ár.

Stillar hon upp á næsta forsetavali, kann hon, sambært ónevndum keldum úr Umboðsmannatinginum, fáa ein leiklut, sum minnir um tann hjá Robert F. Kennedy yngra undir valinum í 2024 og harvið møguliga tryggja sær ein leiklut í komandi republikansku umsitingini.

Robert F. kennedy yngri stillaði upp sum uttanflokkamaður á seinasta forsetavalinum. Seinni tók hann seg úr valstríðnum og boðaði frá, at hann stuðlaði Trump, og nú er hann blivin heilsumálaráðharri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder