2020-07-07 18:13
Marjun Johansen Hentze er nýggjur leiðari í dagrøktini í Klaksvík. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Marjun tók við starvinum 1. juli. Hon tekur við námsfrøðiligu ábyrgdini og starvsfólkaligu leiðsluni á stovninum og avloysir Vivian Bjartalíð, sum í fleiri ár hevur verið dagrøktarleiðari.
Marjun hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur og dagstovnaleiðari, umframt at hon hevur tikið diplom útbúgving innan leiðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald