Tunnilsbólkurin hevur síðani heystið í fjør biðið um fund við Heðin Mortensen og Aksel V. Johannesen, løgmann um tunnilsmálið í Vágum og Leirvíksfjørð, og enn hevur bólkurin einki hoyrt.
- Vit hava síðan 26.okt 2018 fleiri ferðir biðið um fund við Heðin Mortensen og/ella Aksel Johannesen um tunnilsmálið í Vágum og Leirvíksfjørð. Tað hevur verið váttað fyri móttøku og at vit skuldu hoyra aftur. Men vit hava onki hoyrt. Fyri kortum var aftur rykt skrivliga og munnliga eftir fundi. Heðin Mortensen lovaði fund, men enn er friðarligt sum í grøvini, skrivar Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður, í opnum brævi, vegna tunnilsbólkin.
- Okkara tunlar eru útgoldnir og tí er ikki bert óneyðugt, men bæði órættvíst og ósolidariskt áhaldandi at eykaskatta við bummgjøldum sum núverandi samgonga tykist tvíhalda um.
- Samstundis er eitt nýtt felag stovnað har, sum skilst, verandi tunlar eru í. Vit nokta at vera við í hasum felagnum. Men vit vilja vera við til at gjalda Eysturoyartunnil, Sandoyartunnil og Suðuroyartunnil, eins og onnur í okkara landi. Men vit nokta at okkara økir skulu rinda meira, bert fyri at onnur skulu sleppa undan at rinda. Tað er ósolidariskt – og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Marjus Dam.
- Kann tunnilsbólkurin fáa fund nú. Vit hava bíðað í 9 mánaðar?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald