Leygardagin 30. november verður tann vælumtókti marknaðardagurin í
Skúlanum á Fossánesi, har jólini byrja
Fimleikarhøllin verður innrættað við sølubásum, har einstaklingar og
handlar hava leigað seg inn.
Í sølubásunum verður mangt og hvat at finna. So her skuldi verið góður
møguleiki at keypt onkra jólagávu.
Á skránni verður eisini tann vælumtókta caféin, við tí vælsmakkandi
smyrjibreyðinum, rís a’la mande, pizzum, salati o.ø. Har verður eisini
loppumarknaður, tombola, lutaseðlar, fiskibrunnur o.a. til børnini.
So set tíð av og kom norður á Fossánes 30. november og hugna tær
saman við familjuni.
Tiltakið er frá kl. 14 – 20.
Næmingar og foreldur í 5. og 6. flokkií Skúlanum á Fossánesi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald