2023-09-06 17:10
Dómurin hjá Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóra í Eik banka, sleppur ikki í hægstarætt.
10. januar í ár, fekk Marner Jacobsen dómin frá Eystari landsrætti at rinda 85,7 mió kr. í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti. Nú hevur Processbevillingsnævnet, sum gevur loyvi at fara í Hægstarætt, sagt nei.
Marner Jacobsen sigur við KVF at hann er hugstroyttur, tí hann ikki sleppur í Hægstarætt, men meira vil hann ikki siga um málið.
KVF skrivar, at Marner Jacobsen hevur trygging sum tekur við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald