Mentan

Martin Joensen fær Serstøku virðisløn Landsins

Kundi av heilsuávum ikki sjálvur vera til staðar í SALT í kvøld

2022-01-19 19:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, hevur júst avdúkað, at tað verður yrkjarin, tónasmiðurin, sangarin og málarin Martin Joensen úr Vestmanna, sum fær Serstaku Virðisløn Landsins 2021.

Virðislønin er á 50.000 krónur.

Martin hevur havt trupulleikar við heilsuni í seinastuni, og kundi tí ikki sjálvur taka ímóti heiðurslønini. Í staðin var tað sonurin, Atli Joensen, sum tók ímóti.

Jenis av Rana vísti á, at Martin Joensen er eitt listafólk, ið hevur rørt hjartastreingir okkara. Vit kenna hann í veitslulagi, kanska serliga fyri sangirnar "Ró" og "Morgun", sum eru millum heilar 36 sangir Martins í Grønu Sangbók.

Eisini eigur Martin tríggjar sálmar í sálmabókaískoytinum hjá Fólkakirkjuni og tveir í nýggju sangbók Brøðrasamkomunar.

Á tiltakinum í SALT vórðu tveir sangir hjá Martini framførdir. Fyrst sungu Lív Næs og Tróndur Enni “Uttan teg” og Svein í Prestgarði og Rakul Bærendsen “Við Vegin”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder