2023-07-17 10:12
Fyrrapartin í gjár fekk Smyril motortrupulleikar á veg til Havnar.
Ein av teimum fýra høvuðsmotorunum steðgaði, og minkaði ferðin tí nakað á túrinum.
Kringvarpið skrivar í morgun, at maskinbrekið nú er rættað, og siglir Smyril aftur við fullari maskinmegi.
Framvegis verður tó arbeitt við at fáa rættað feilin við stabilisatorinum, men hetta ávirkar ikki ferðaætlanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald