1. oktober setti Maskinmeistarafelagið Útlendingastovuni tríggjar spurningar um hýruviðurskiftini umborð á Galaxy – spurningar, sum sambært Maskinmeistarafeglanum eiga at kunna svarast uttan drál, um eftirlitið er útint eftir bókini – men enn hevur Útlendingastovan ikki svarað.
Hetta staðfestir Maskinmeistarafelagið í almennum skrivi í dag, 11. november.
Tað hava verið nøkur mál, í mun til Galaxy. Hjá Maskinmeistarafelagnum snýr undranin seg serluga hýruviðurskiftini hjá útlendsku maskinmanningini á kýpriotiskga ferðamannaskipinum, tá tað fyrr í heyst røkti suðuroyarsiglingina, meðan Smyril var í dokk.
- 1. oktober sendi Maskinmeistarafelagið Útlendingastovuni eitt skriv við telduposti, har tað í fyrsta lagi varð spurt um, hvørjum sáttmála maskinmanningin á skipinum var sett eftir, í øðrum lagi, um Útlendingastovan hevði tryggjað sær, at maskinmanningin bleiv lønt sambært føroyskum sáttmála, og í triðja lagi, um Útlendingastovan hevði tryggjað sær, at hýran bleiv útgoldin til hvørt maskinfólk persónliga og ikki til triðja persón at umsita, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Seks dagar seinni, tann 7. oktober, váttaði Útlendingastovan fyri móttøku av teldupostinum, men enn hevur hon ikki svarað spurningunum hjá Maskinmeistarafelagnum, er staðfestingin
![]()
- Um eftirlitið varð útint eftir bókini, átti tað at borið til hjá Útlendingastovuni at svara okkum í stundini, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum
Onki svar og framvegis ivamál
Men hvørjar orsøkir kunnu liggja aftanfyri, at spurningarnir ikki eru svaraðir, og at ivamálini ikki eru skúgvaðir - nakað eftir at sjálvt avloysaraskipið er farið úr Føroyum
- Vit fingu at vita, at arbeiðstrýstið var so stórt, at vit ikki kundu rokna við svari tær næstu vikurnar, og tað hevði eg ilt við at skilja, tí Útlendingastovan skuldi jú hava eftirlit við, at tey viðurskiftini, sum vit spurdu um, vóru í lagi á Galaxy, beinanvegin skipið fór í sigling her. Um eftirlitið varð útint eftir bókini, átti tað tískil at borið til hjá Útlendingastovuni at svara okkum í stundini – og álvaratos, nú er tað hálvur annar mánaði, síðan vit spurdu, og ein mánaði, síðan avloysingin hjá Galaxy var av, sigur Arnfinn Bech.
Óvissan um hýruviðurskiftini hjá restini av manningini á Galaxy var høvuðsorsøkin til, at Maskinmeistarafelagið ikki vildi gera nakra formliga avtalu við Fíggjarmálaráðið – sum er sáttmálaparturin – og Strandferðsluna um teir báðar føroysku maskinmeistararnar, ið skuldu skiftast um at vera umborð.
Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag høvdu upprunaliga noktað limum sínum at gera tænastu umborð á skipinum, tí feløgini mettu ikki, at skipið var fevnt av nøkrum føroyskum sáttmála. Fasti Gerðarrættur gjørdi tó av, at tænastubannið var óheimilað stríðsstig, og tað bleiv tí avlýst.
- Tað sýnist, sum at Strandferðslan, Sjóvinnustýrið, Útlendingastovan, ja allir fyrisitingarinstansir í landinum, fara í baklás ella sigla seg upp á turt, tá tað snýr seg um hatta ólukku avloysaraskipið, sigur Arnfinn Bech.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald