Mentan

Matmarknaður í Vágsbotni sunnudagin

Gamal skrædlaður havhestur, gásalivurpostei, saltað neytakjøt, hvannte, eru nøkur av vørunum á matmarknaðinum í Vágsbotni sunnudagin

2022-07-15 17:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 17. juli skipar Matkovin fyri staðbundnum matmarknaði á summartorginum í Vágsbotni. Á matmarknaðinum verður høvi at keypa alskyns hágóðskuvørur til ólavsøkuborðið og summarhugnan frá føroyskum bóndum.

Luttakandi framleiðarar koma við øllum góðum úr sjógvi og haga:

gamal skrædlaður havhestur
garnatálg
gásalivurpostei
hvannsalt
hvannsúltutoy
hvannte
hýsa
kjøtpylsa
lambslivurpostei
livradeiggj
malið neytakjøt
rabarbusaft
rabarbusúltutoy
ræst kjøt
saltað neytakjøt
skerpikjøt
skinku
súlta kálrabi
súltutoy
toskur
turt lambskjøt

Eisini verður føroyskt te frá nýggja felagnum, Urt, at fáa í Vágsbotni, og Reynafressurin og Reynakettan fara at selja brúsandi rabarbusaft at drekka á staðnum.

Jákup Sumberg verður í Vágsbotni við Sumberg´s Chowder Twist - Sitrón og kryddurta rimmaður fiskur, kræklingur og fiskasuppa við kræklingasoð.

Hevur tú funnið rætta summarvínið?

Sunnudagin verður eisini møguleiki hjá tí forvitna at royna okkurt nýtt. Kundi tú hugsa tær at vita meira um náttúruvín, so er hetta ein gyltur møguleiki, tá Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur "Rødder og Vin" av Nørrebro, fer at selja náttúrruvín í gløsum á summartorginum í Vágsbotni.

Sólfinn verður roknaður sum serfrøðingur innan økið, og hevur drúgvar royndir. Tveir kranar verða settir upp og skonkt verður úr fati ella sonevndum keykegs. Hetta er besti og mest umhvørvisvinarligi hátturin at goyma og flyta vín, siga tey frá "Rødder og Vin".

Náttúruvín fær allsamt størri undirtøku millum kennarar, og nú fáa føroyingar eisini møguleikan at víðka vín-sjónarringin. Umframt sølu av víni verður eisini annað forvitnisligt á mat- og vínmarknaðinum í Vágsbotni sunnudagin 17. juli frá kl. 14 til 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder