Mentan

Matteusar evangeliið í seks týðingum

Tað var stórhending, tá J. H. Schrøter fyri 200 árum síðani gav fyrstu føroysku bíbliutýðingina út

2023-12-19 08:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við, at tað í ár eru 200 ár síðan, Johan Hendrik Schrøter læt Matteus evangeliið, fyrstu bíbliutýðing og týðing yvirhøvur á føroyskum, úr hondum, hava grunnurin Føroyskt Kirkjumál og forlagið Bókin, hjá Føroyska Bíbliufelagnum, útgivið bókina “Føroyskt Bíbliumál í 200 ár”.

Christian Matras professari sigur um útgávuna hjá Schrøter, ið var kallað ”føroyska bók” at: “eftirtíðin veit, at Schrøter við hesum verki legði støði undir føroyskt bókamál.”

Tí var og er henda útgáva, ein megnar varði í føroyskara bókmentasøgu!

Lítið varð hildið um týðingina hjá Schrøter, tí í øldir høvdu føroyingar vant seg við danskt sum bíbliumál og kirkjumál. Schrøter eigur tó at verða settur hátt fyri at fáa okkum Bíbliuna á føroyskum máli við tí endamáli at gagna vanliga føroyska fólkinum.

Fyri at fagna útgávuni hjá Schrøter, verður hendan bókin, við øllum seks týðingunum av Matteus evangeliinum, hjá Føroyska Bíbliufelagnum og Føroyska Bíbliugrunninum, givin út.

Okkum vitandi, er hetta eindømi, ið gevur møguleika fyri at samanbera týðingarnar og fylgja føroyska málinum í ymsum brygdum.

Bókin fæst í bókasølum kring landið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder