Innanlands

Matthew Blakemore á Tonik

Vitlíki á einum vegamóti - hvussu javnvigar tú nýhugsandi og ábyrgdarfulla nýtslu av vitlíki í 2025

2025-04-11 10:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Forvitnisliga altjóða tøkni og listaráðstevnan TONIK, verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum 9. mai.

Ein av fyrilestrahaldarunum á TONIK 2025 er Matthew Blakemore. Matthew er serfrøðingur í vitlíki, og er í fremstu røð, tá ið talan er um at nýta vitlíki bæði nýhugsandi og ábyrgdarfult. Sum stjóri í AI Caramba! og ein av høvuðssniðgevunum í altjóða AI standardum er hann við til at  broyta hvussu stovnar og vinnur brúka vitlíkið.

Matthew brennir fyri at loysa veruligar menniskjaligar avbjóðingar, eitt nú hevur hann verið við til at endurnýggja mótaheimin við AI loysnum, og hann hevur eisini verið við til at kollvelta filmsklassifikatiónir við patenteraði tøkni Harumframt hevur hann drúgvar royndir at vegleiða fjølmiðlavinnuni í at gagnnýta vitlíki.

Matthew er kendur fyri sínar serstøku framløgur og evnir at greina torgreidd AI hugtøk til ítøkilig hugskot. Harumframt telist hann á listanum fyri “TOP 100 Influential People 2025” og “Forty Under 40 UK”.

Framløgan hjá Matthew verður á enskum og heitið er: AI at the Crossroads: Navigating Innovation and Responsibility in 2025

Hetta er triðja árið at skipað verður fyri festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár. Ráðstevnan er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum. Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder