Innanlands

Mattias Stølen Due: Tá ið snor, kukkur og spýggja bjóða parlagnum av

Mattias Stølen Due er stjóri í Center for Familieudvikling í Keypmannahavn – Fyrilestur fer – við støði í sálarfrøðiligari vitan og persónligum søgum – at seta gleðirnar og tvørleikarnar í parlagnum í brennidepilin.

2021-09-19 13:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

23. September verður fyrilestur við Mattias Stølen Due, ið Smæruni í Havn.

Mattias Stølen Due er stjóri í Center for Familieudvikling í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur tey síðstu 13 árini nomið sær serkunnleika innan arbeiðið við parløgum.

Hesin fyrilestur fer – við støði í sálarfrøðiligari vitan og persónligum søgum – at seta gleðirnar og tvørleikarnar í parlagnum í brennidepilin.

Harumframt veitir fyrilesturin ráð til, hvussu ein ítøkiliga kann viðgera tvørleikarnar og varðveita gleðina í parlagnum og familjuni.

Par- og hjúnalagið er einum til gleði, men samstundis møta parløg nógvum avbjóðingum í samlívinum. Serliga tá ið børn berast í heim.

Mattias Stølen Due hevur hildið fleiri fyrilestrar, parviðgerðir og parskeið (PREP) og hevur millum annað verið við til at menna fyribyrgjandi ætlanina Par-tjek í samstarvi við Aarhus Universitet og Partelefonen – ein ókeypis telefonráðgevingartænasta. Í 2015 gav hann bókina Pas på forholdet út, ið er týdd til 3 mál.

Fyrilesturin verður hildið í Smæruni í Havn kl. 20.00, hósdagin tann 23. september.

Enn eru nøkur pláss eftir, og kunnu tey bíleggjast á atgongumerki.fo.

Tað er MEA - húsið fyri familjumenning, ið stendur fyri tiltakinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder