Innanlands

May-Britt Skoradal framflutt til lektara í heilsuvísindum

Hon hevur arbeitt sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðani november 2021 og sum varadekanur síðani 2016

Í 2021 vardi May-Britt sína ph.d.-ritgerð, sum snýr seg um fótbólt sum heilivág og fyribyrging fyri lívsstílssjúkur. Sìðani hevur granskingin hjá May-Britt eisini snúð seg um rørslu og trivnað hjá fólki við kroniskum sjúkum (Mynd: setur.fo)

Í 2021 vardi May-Britt sína ph.d.-ritgerð, sum snýr seg um fótbólt sum heilivág og fyribyrging fyri lívsstílssjúkur. Sìðani hevur granskingin hjá May-Britt eisini snúð seg um rørslu og trivnað hjá fólki við kroniskum sjúkum (Mynd: setur.fo)

2025-10-28 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya: May-Britt Skoradal er framflutt til lektara í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.

Hetta skrivar setur.fo í dag.
 
May-Britt Skoradal hevur arbeitt sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðani november 2021 og sum varadekanur síðani 2016.

Hon er upprunaliga útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Bispebjerg Sygeplejeskole í 1993. Samanlagt arbeiddi May-Britt í 10 ár sum sjúkrarøktarfrøðingur í Danmark og fýra ár á Landssjúkrahúsinum í Føroyum við diabetes sum høvuðsøki. Í 2010 varð hon sett í starv á Setrinum sum námslektari.
 
Í 2021 vardi May-Britt sína ph.d.-ritgerð, sum snýr seg um fótbólt sum heilivág og fyribyrging fyri lívsstílssjúkur. Sìðani hevur granskingin hjá May-Britt Skoradal eisini snúð seg um rørslu og trivnað hjá fólki við kroniskum sjúkum, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum.

Metingartilgongdn
  
Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. 

- Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran grundað á vísindaligar útgávur, undirvísing og vegleiðing, miðling av gransking og fyrisitingarligar royndir. Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku avrikini hjá May-Britt Skoradal lúka allar akademiskar treytir og mæltu tí til, at hon verður útnevnd lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini vóru Helle Ussing Timm, adjungeraður professari á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk), Svein-Arne Pettersen, professari á Tromsø Universiteti og Ásta Steinunn Thoroddsen, professari emirata á Háskólinn í Reykjavík.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder